KwaZulu-Natal
KwaZulu-Natal (zulu: iKwaZulu-Natali, xhosa: KwaZulu-Natala, afrikaans: KwaZoeloe-Natal) er ein landslutur í Suðurafrika.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | Suðurafrika |
Mál: | zulu enskt, xhosa afrikaans. |
Høvuðsstaður: | Pietermaritzburg |
Størsti býur: | Durban/eThekwini |
Vídd: | 94 361 km²[1] |
Íbúgvar (2021): | 11 513 575 |
fyri km²: | 122 /km² |
Tíðarzona: | UTC +2 |
Heimasíða: | www.kznonlinegov.za |
KwaZulu-Natal hevur mark í norðri við Mpumalanga, Eswatini (fyrrverandi Svasiland) og Mosambik, við Kyrrahav í eystri og í ein landsynning, við Eastern Cape í ein útsynning og mark við Lesotho og Free State í vestri.
Pietermaritzburg er høvuðsstaður í landslutinum og størsti býurin er Durban sum í 1999 gjørdist partur av stórbýarøkinum Ethekwini Metropolitan Municipality. Aðrir býir eru Newcastle, Ladysmith, Richards Bay, KwaDukuza (Stanger), Kokstad, Port Shepstone og Vryheid.
77,8 % av fólkunum tosa zulu, 13,2 % enskt 3,4% xhosa, og 1,6 % afrikaans.
Landsluturin varð stovnaður í 1994. Táverandi landsluturin Natal Province og heimlandið KwaZulu vórðu samanløgd til tann núverandi landslutin sum fekk navnið KwaZulu-Natal.[2]
Ávísingar úteftir
rætta- Almenna heimasíðan: www.kznonline.gov.za (á enskum)
- KwaZulu-Natal, snl.no (á norskum)
- KwaZulu-Natal, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 29°0′0″S 31°0′0″E / 29.00000°S 31.00000°E
Keldutilfar
rætta- ↑ The nine provinces of South Africa, southafrica-info.com
- ↑ KwaZulu-Natal, snl.no