Jump to content

Filipsoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Philippines)
Repúbliká ng̃ Pilipinas
Republic of the Philippines
Flagg Filipsoyggjar
(Flagg Filipsoyggjar)
Skjaldarmerki Filipsoyggjar
(Skjaldarmerki Filipsoyggjar)
Tjóðarslagorð:
Maka-Diyos, Makatao, Makakalikasan, at Makabansa
For God, For People, For Nature and For Country
Tjóðsangur:
filipinskt; Lupang Hinirang
enskt; Chosen Land
Alment mál Tagalog, enskt
Høvuðsstaður Manila
Forseti Rodrigo Duterte
Varaforseti Leni Robredo
Fullveldi 4. juli 1946
(frá USA og Spania)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
299 764 km²
0,61 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
100 000 000
308/km²
Gjaldoyra Filipinskur peso (PHP)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .ph
Telefonkota +63

Filipsoyggjar (filipinskt: Repúbliká ng̃ Pilipinas, enskt: Republic of the Philippines) er eitt stórt land í Landsynningsásia. Filipsoyggjar hava 100 mió. íbúgvar í 2014. Tað hevur verið ein stórur fólkavøkstur á Filippinunum seinastu árini. Frá 1990 til 2008 vaks fólkatalið við 28 milliónum, sum er 45 prosent. Høvuðsstaðurin nevnist Manila, og størsti býurin er Quezon City. Almennu málini eru tvey í tali, tagalog og enskt. Í næstan 400 ár vóru Filipsoyggjar undir Spania, og landið er kallað upp eftir spanska konginum Filipi 2. Í 1898 legði USA Filipsoyggjar undir seg og hevði ræðið, til landið gjørdist frælst ríki í 1946. Einki land í heiminum verður so illa plágað av náttúruvanlukkum sum Filipsoyggjarnar. Har eru umleið 20 ódnir um árið, og jarðskjálvtar eru rættiliga ofta.

Har búgva yvir 90 000 000 fólk, og almenna málið har er tagalog, men tey flestu fólkini duga enskt. Høvðusstaðurin eitur Manila og har búgva yvir 1 600 000 fólk. Flestu filipinar eru av maleiskari ætt, men har eru eisini kinverskir tilflytarar og mestitsar, fólk av blandaðum blóði. Í summum fjarskotnum og avbyrgdum oyggjum í Filipsoyggjum búgva fólk, ið liva sum veiðifólk og savnarar og lívbjarga sær við at fiska, veiða dýr, henta ber, savna frukt og grønmeti. Hesi upprunafólk eru ímillum tey seinastu í heiminum, sum liva soleiðis, men tilvera teirra er hótt, tí at skógirnir, har tey halda til, verða høgdir niður.

Átrúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Viðgitni rannsóknarfarin Magellan var fyrsi maður, ið boðaði filipinum katólska trúgv, tá ið hann á ferð síni kring jørðina fór í land í oynni Cebu í 1521. Meðan spaniamenn ráddu, tóku mangir filipinar við katólskari trúgv, og hon gjørdist átrúnaður um alt landið uttan í syðstu oynni Mindanao, har stórur partur av fólkinum er muslimskt. Ymiskir trúarbólkar eru í Filippinunum, og nógv tann størsti er katolikkar umleið 83 %, síðan protestantar 8 %, muslimar 5 %, óheft filippinsk kirkja 3 % og animistar 3 % og buddistar 3 %.

Landslutir í Filipsoyggjar.

Fyrr vóru Filipsoyggjar ímillum tey ríkastu londini í Asia, men seinastu 50 árini eru tær heilt dotnar burtur ímillum, skulu tær bera seg saman við grannalond síni. Helvtin av fólkinum livir í fátækradømi, og mangir filipinar verða noyddir at fara av landinum at arbeiða, so at teir kunnu breyðføða seg og síni. Um 2 % av vinnuføra fólkinum arbeiða uttanlands og senda pening heim til húski sítt at liva fyri. Hvørt ár senda filipinskir fremmandaarbeiðarar um 7 milliardir krónur heim til landið.

Kokospálmin trívst væl í heita og slavna veðurlagnum í Filipsoyggjum og ber frukt í næstan 70 ár. Nøtirnar hanga í tyssum, einar 15-20 nøtir í hvørjum, og tá ið tær eru búnar, verða tær slignar niður við bambusstongum. Bara Indonesia dyrkar meiri meiri kokosnøtir enn Filipsoyggjar, og einki annað land í heiminum ger so nógv kopra, sum fræhvítin inni í nøtini verður nevndur. Filipsoyggjar flyta út nógva vøru, sum verður gjørd úr kokosnøtum. Alt á kokospálmanum kann verða nýtt. Røturnar verða nýttar til heilivág og litevni, bulurin til við og trækol, bløðini til tekjur og flættað til kurvar og mottur. Úr nøtini fæst matur og ráevni til mottur, smyrsl og sápu.

Ifugaofólkið hevur í mong túsund ár velt í fjallalendinum í norðara parti í oynni Luzon. Tað, sum eyðkennir landslagið her, eru vandaliga løgdu rísbríkarnar, sum eru laðaðar langt niðan í brøttu líðirnar. Mong ferðafólk koma eisini at síggja fornu rísbríkarnar, ið eisini verða kallaðar áttanda undurverk heimsins. Men allir rísbøndur í Filipsoyggjum dyrka ikki rís sum ifugaaofólkið. Altjóða Rísgranskingarstovnurin hevur sætið í Filipsoyggjum og hevur alt fram nýggj ríssløg, sum hava fleiri korn á aksinum; stovnurin hevur eisini ment maskinur at sáa og heysta við.

Nógv náttúrutilfeingi er í landinum, m.a. gull, kopar og krom. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar, ið verða fluttar út, eru tubbak, sukur og frukt.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Filippinirnar eru umleið 300 000 km2 til støddar. Filippinirnar eru sum Føroyar eitt oyggjaland. Tó eru nakað fleiri oyggjar har. Har eru 7107 oyggjar, men bert 2773 av teimum hava navn. Har eru 37 gosfjøll, og av teimum eru tað 18, ið enn eru virkin. Landslagið er sera vakurt við grønum ongum prýddar við fossum og tropiskum blómum. Oyggjarnar eru høgar og eldbrunnar sum Indonesia og Japan; har er tíðum jarðskjálvti, sum stundum ger stóran skaða. Filipsoyggjar hava tropiskt veðurlag, og helmingurin av oyggjunum er skógvaksin. Tann parturin av oyggjunum, har turrtíðin er í longra lagi, er savannuvaksin. Slættlendini og niðari parturin av brekkunum eru velt til rís, mais og sukurrør. Oyggjarnar eru tær flestu avvaksnar við kokuspálmum fram við øllum bakkanum, tí kokuspálmanum dámar væl tann nógva sjóráman.

Filipsoyggjar eru mitt í eldkringi, sum hinar oyggjarnar í Landsynningsásia eru uppií. Tær eru eisini beint á leiðini, har hørðu tropisku ódnirnar ganga. Tí hevur filipinska fólkið verið hart roynt av náttúruvanlukkum. 7107 oyggjar eru í landinum, av teimum eru um 1000 bygdar. Mesta fólkið býr í oynni Luzon fyri norðan, og har er høvuðsstaðurin Manila. Á hvørjum ári eru einar 20 tropiskar melduródnir, nevndar týfonir, í Filipsoyggjum. Ódnirnar eru harðar, og vindferðin kemur upp í einar 100 km/t; og øgiligur uppgangur. Mong fólk umkomast, og túsundtals hús verða tikin av grundum. Ringast statt er altíð á láglendinum, men fólk mega vera har, tí at lítið er av dyrkilendi aðrastaðni. Jørðin í láglendinum er eisini bílig at keypa.

Filipsoyggjar eru einasta kristna land í Ásia, og katólska kirkjan hevur stóra ávirkan á gerandisdag fólksins. Orsøkin til, at kristindómurin er so markantur har, er at landið bleiv hertikið av spaniólum í 1565 og var hersett í 333 ár til 1898. Oyggjarnar eita eftir spanska konginum Filip 2. Tá ið spania tapti í kríggi ímóti USA, máttu teir selja Filippinirnar til USA. Filippinirnar fingu sjálvstýri 4. juli 1946.

Síðan 1965 hevði Ferdinand Marcos (11. september 191728. september 1989) havt valdið í Filipsoyggjum; harðræðisstýri hansara køvdi alla mótstøðu, armaði landið og elvdi til mikla misnøgd ímillum fólkið. Hann stýrdi við harðari hond, svikaði hvørja ferð, val var, til tess at hava valdið, og stjól til sín sjálvs ovurstórar ognir frá landi og fólki. Fremsti andstøðingur hansara var Benigno Aquino (27. november 193221. august 1983), ið viðhaldsmenn Marcos drupu í 1986. Andstøðan ímóti einræðisstýrinum flyktist síðan um einkjuna eftir Benigno, Corazon. Í 1986 gjørdi Marcos grovt valsvik á tjóðartingsvalinum. Herurin setti seg upp ímóti honum, og hann mátti flýggja til USA. Frú Aquino tók við valdinum og vann stórsigur á valinum árið eftir, og fólkaræði varð aftur sett í gildi.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Fyrisitingarligt býti

[rætta | rætta wikitekst]
Región Región nr. Regiónshøvuðsstaður
Ilocos Región Región I San Fernando, La Union
Cagayan Valley Región II Tuguegarao, Cagayan
Central Luzon Región III San Fernando, Pampanga
CALABARZON Región IV-A Calamba, Laguna
MIMAROPA Región IV-B Calapan, Oriental Mindoro
Bicol Región Región V Legazpi, Albay
Västra Visayas Región VI Iloilo City
Centrala Visayas Región VII Cebu City
Östra Visayas Región VIII Tacloban
Zamboangahalvön Región IX Zamboanga City
Norra Mindanao Región X Cagayan de Oro
Davaoregionen Región XI Davao City
SOCCSKSARGEN Región XII Koronadal, Södra Cotabato
Caraga Región XIII Butuan City
Sjálvstýrandi regiónin Muslimska Mindanao ARMM Cotabato City
Cordillera Fyrisitingarlig Región CAR Baguio City
Ríkishøvuðsstaðar Región NCR Manila
Negros Island Región[1] NIR Bacolod City
Útflutningur Innflutningur
1. USA USA 18,3 % USA USA 16,3 %
2. Japan Japan 16,5 % Japan Japan 13,6 %
3. Niðurlond Niðurlond 10,1 % Singapor Singapor 8,5 %
4. Fólkalýðveldið Kina Kina 9,8 % Taivan Teivan 8,0 %
5. Hong Kong Hongkong 7,8 % Fólkalýðveldið Kina Kina 7,1 %
6. Singapor Singapor 7,3 % Suðurkorea Suðurkorea 6,1 %
7. Malaysia Maleisia 5,6 % Saudi Arabia Saudiarabia 5,8 %
8. Taivan Teivan 4,3 % Malaysia Maleisia 4,1 %

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 11°20′00″N 123°01′00″E / 11.33333°N 123.01667°E / 11.33333; 123.01667