Athen
Athen (grikskt: Αθήνα; Athína) er høvuðsstaður Grikkalands og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva (2011) 664 046 íbúgvar í sjálvum býnum[1], (fólkatalið var 796.442 í 2004)[2] Stórbýurin Athen við forstøðum og upplandi hevði 3.074.160 íbúgvar í 2011,[3] á einum 412 km2 stórum øki. Sambært Eurostat er Athen tann stórbýurin í ES, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í ES í 2004, tá tað búðu 4.013.368 í Athen (við forstøðum og upplandi). Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í Evropa. Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera Parthenon á Akropolis, sum av mongum verður hildið at vera týdningarmesta bygningsverkið í vesturlendskari mentan frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvar, nevniliga Akropolis og Dafni Klostrið.
Miðdepilin í gamla høvuðsstaðnum í Grikkalandi var Akropolis, har 2500 ára gomlu toftirnar av Parthenontemplinum eru. Men meginparturin av býnum er nýggjur, tí at mong fólk av bygd eru flutt hagar at leita sær eftir arbeiði. Ein avleiðing av bráða vøkstrinum er, at fáastaðni í heiminum er luftin so dálkað sum í Athen. Til tess at minka um luftdálkingina er ikki loyvt at koyra bil inni í býnum summar dagar í vikuni.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tey eldstu prógvini frá menniskjum í Athen eru frá yngru steinøld. Í bronsuøldini uppstóð eitt meira skipað samfelag, ein partur av tí mykensku borgmentanini. Eftir at henda mentanin fall umleið ár 1200 á.Kr. komu tær myrku øldirnar (uml. 1200 til 900 á.Kr.). Frá hesi tíðini eru nøkur spor av aktiviteti í Athen, men tað sær ikki út til at hava verið eitt samfelag, ið var nakað serliga skipað.
Býurin fór at vaksa umleið 900 á.Kr. Fram til umleið 640 á.Kr. var Athen eitt kongadømi við einari aristokratiskari stýrisskipan. Athenbúgvar løgdu Attika undir seg hetta tíðarskeiðið. Meðan allir grikskir býarstatir høvdu ræði yvir eitt øki kring sjálvan býin, er tað annarleiðis við Athen, sum hevði valdið á einum rættiliga stórum øki. Undir tyraninum Peisistratos byrjaði býurin at markerað seg sum ein miðdepil fyri listahondverk og arkitektur.
Í 510 á.Kr. fingu tey ið vóru ímóti tyranstýrinum hjálp frá Sparta til at broyta stýrisskipanina. Tað athenska fólkaræðið var eitt demokrati, ið hevði beinleiðis fólkaræði við eini røð av sereyðkennum.
Síðan 558 á.Kr. høvdu persarnir víðka um land teirra. Persisk herlið komu til tað grikska meginlandið í 490 á.Kr.. Athen varð kringsett, og tvær ferðir noyddur fólk at rýma úr býnum. Men í 479 á.Kr. taptu persarnir við Plataiai, og uppgóvu royndina at vinna Grikkaland.
Athen var nú blivin tann valdmiklasti býarstaturin í Grikkalandi, og tað dámdu spartanarum ikki. Kríggini millum báðir býarstatirnir endaðu við at Athen tapti, og tá Filip II av Makedonia víðkaði um sítt økið og kom inn í Grikkaland, megnaði Athen ikki at standa ímóti. Filip II hevði ræði á Athen og sonur hansara Aleksander Mikli, staðfesti hetta.
Athen var framhaldandi ein týdningarmikil býur, eisini í hellenistiskari tíð, men var ikki longur ein sjálvstøðugur statur. Býurin bleiv førandi innan mentan og útbúgving, og teir filosofisku skúlarnir lokkaðu lesandi frá strórum pørtum av grikska heiminum, og so við og við eisini frá rómverska heiminum.
Grikkaland varð innlimað í Rómverjaríkið í 86 á.Kr.. Athen fikk enntá minni ávirkan politiskt sæð, men bleiv við at vera týdningarmikil miðdepil fyri lærdóm. Paulus ferðaðist eitt nú til Athen fyri at kynda um kristnu trúnna, og Grikkaland var eitt teimum fyrstu økjunum í Rómverjaríkinum, ið tóku nýggju trúnna til sín. Hetta tíðarskeiði bleiv endin á Athen sum lærdómsmiðdepli, men tað var ikki fyrr enn undir Justinian keisara, í 529 at lærustovnarnir vóru stongdir heilt.
Nýggjari søga
[rætta | rætta wikitekst]Í 1836 gjørdist Athen høvuðsstðaur í tí nýggja Kongaríkinum Grikkaland, og býurin mentist skjótt til ein nýmótans evropeiskan høvuðsstað. Í 1907 var fólkatalið 167.479.
Undir fyrra heimskríggi var hart stríð í gøtunum í Athen millum eitt stórt herlið sum var komið í land við Pireus, tað vóru 3000 franskir, italskir og ensk herlið sum stríddust móti grikska herinum og grikska fólkinum úr Athen. Teir sameindu noyddust at rýma úr aftur býnum, men í 1917 megnaðu fraklendingar at herseta býin.
Folkavøksturin í Athen var øgiligur eftir tað, sæð við grikskum eygum, katastrofala griksk-turkiska kríggið frá 1919 til 1922, tá yvir ein millión flóttafólk vóru tvangsflutt til Grikkalands eftir Lausannefriðin í 1923, tey vóru noydd at flyta frá heimum teirra í Lítla Asia, sum í dag hoyrir til Turkaland, av hesum mongu fluttu umleið 300.000 til Athen og forstaðir til Athen. Árini 1941 til 1944 var Athen eins og restin av Grikkalandi, hersett av Nasitýsklandi.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Summar OL hevur verið hildið í Athen tvær ferðir, 1896 og 2004. Býurin stóð eisini fyri teimum óalmennu leikunum sum vóru hildnir í 1906.
Athen hevur fleiri stór ítróttarfeløg, sum fótbóltsfeløgini AEK Athen FC, Panathinaikos FC og Panionios FC, kurvabóltfelagið Maroussi BC og hondbóltsfelagið Sony Athinaikos Athens.
Síðan 1983 hevur Athen Marathon verið fyriskipað í býnum.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ [Statistics.gr Archived 2018-12-26 at the Wayback Machine
- ↑ Athens Facts (2011 [last update]). "Athens Facts & Figures". aviewoncities.com. http://www.aviewoncities.com/athens/athensfacts.htm?tab=population. Heintað 17 June 2011. "796 442"
- ↑ "ΕΛΣΤΑΤ Απογραφη 2011". www.statistics.gr. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 11 October 2011. https://web.archive.org/web/20111011061403/http://www.statistics.gr/portal/page/portal/ESYE/BUCKET/General/A1602_SAM01_DT_DC_00_2011_01_F_GR.pdf. Heintað 22 August 2011.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almennar heimasíður
- Cityofathens.gr – City of Athens, almenn heimasíða
- Athens Almenna heimasíðan hjá the Greek National Tourism Organisation
- Søguligar
- EIE.gr – Heimasíða um fornaldarfrøði hjá býnum Athen, Heimasíða hjá the National Hellenic Research Foundation
- Rg.ancients.info/owls – Athenian Owl Coins Through the Ages
- Kronoskaf.com – Simulatión av Athens í 421 BC
- Athens Museums Information - Fullfíggjað vegleiðing til ferðafólk við myndum, viðmerkingum frá vitjandi og ummælir.
- Ferðing
- Athens Urban Transport Organisation
- City of Athens Guide
- Online Athens Guide with news and events
- the "Small Travel Guide of Athens" by the O&B Team Archived 2012-08-09 at the Wayback Machine