Keypmannahavn
Keypmannahavn | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Land: | Danmark |
Vídd: | 88,25 km² (80 km² uttan vatn) |
Íbúgvar (2020): | 632 340 (kommuna) 1 330 993 (høvuðsstaðarøki)[1] |
fyri km²: | 7 247 |
Mál: | Danskt |
Tíðarzona: | UTC +1 |
Heimasíða: | www.KK.dk |
Keypmannahavn (danskt: København, latín: Hafnia) er høvuðsstaður Danmarkar og størsti býurin í Høvuðsstaðarregiónini. Hann er størsti býur og handilsmiðdepil í Danmark. Ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni Strøget, koma skjótt fram á gamlar kirkjur, áhugaverdir marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at síggja á súkklu, og súkklubreytir eru lagdar út til forstaðirnar, har fólk í býnum hava summarhús síni.
Keypmannahavn er landsins størsti býur. Har búgva fleiri enn 1,2 milliónir fólk, og býurin er miðdepil í handli og ídnaði. Býurin er eisini høvuðsstaður, har býr drotningin, og har eru Fólkatingið og stjórnin. Í miðbýnum eru sjónleikarhús, forngripasøvn, kirkjur og mong stór handilshús. Býarpartarnir eru nógvir, t.d. Vesturbrúgv, Norðurbrúgv og Eysturbrúgv. Millumtjóða floghavnin í Keypmannahavn, Kastrup, hevur flogsamband við allar heimspartarnar.
Keypmannahavn er størsta ferðamál føroyinga. Ferðasambandið millum Keypmannahavn og Vágar er gott við minst tveimum dagligum flogførum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Keypmannahavn og Bergen vóru størstu býirnir í danska-norska ríkinum í 18. øld. Í Keypmannahavn búðu 80 000 fólk, og Keypmannahavn var sjey ferðir størri enn Bergen.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Keypmannahavn er høvuðsstaður Danmarkar, so har eru allar ráðharrastovurnar, tær eru rundan um borgina Christiansborg, har Fólkatingið, hægstirættur og móttøkustovurnar hjá drotningini eru.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Nógvar stórar fyritøkur, bankar og tryggingarfeløg hava høvuðssæti sítt í miðbýnum í Keypmannahavn. Í miðbýnum eru eisini leikhús, søvn, matstovur, konserthallir og biohallir í stórum tali. Í miðbýnum í Keypmannahavn eru nógv arbeiðspláss: Úr øllum heimi koma fólk at keypa úr teimum nógvu serhandlunum. Í miðbýnum eru eisini nógvar skrivstovur. Í miðbýnum verða næstan øll húsini brúkt til skrivstovur, handlar og aðrar fyritøkur. Hóast húsini standa tætt, er ikki nógv pláss til íbúðir. Íbúðirnar, sum eru, eru mangan lítlar. Tí eru tað mest smá húski, eldri fólk og skúlaungdómur, sum búgva í miðbýnum. Húski við børnum búgva mest í forstaðunum, har tað er rúmsáttari. Í stuttum kann sigast, at Keypmannahavn er politiski, fíggjarligi og mentanarligi miðdepilin í Danmark.
Veðurlag
[rætta | rætta wikitekst]Tøl frá World Meteorological Organization.[2]
|
Baðistrendur
[rætta | rætta wikitekst]Baðistrendur og baðibrýr eru í høvuðsstaðarøkinum. Har eru baðistøð við kanalirnar, á Østerbro, á Amager, á Bellevue og í Hellerup.
Ferðsla
[rætta | rætta wikitekst]Í stórbýum sum Keypmannahavn er nógv fartan aftur og fram. Fólk, sum arbeiða í øðrum býarparti, enn har tey búgva, mugu fara hvønn dag ímillum heim og arbeiði. Nógv fólk súkkla til og frá arbeiði, til og frá skúla ella universiteti, til hetta endamál eru súkklubreytir á báðum síðum á mestsum øllum teimum størru vegunum í Keypmannahavn. Í Keypmannahavn arbeiða uml. 2/3 í aðrari kommunu enn teirri, tey búgva í. Tí er nógv ferðsla tíðliga um morgunin, tá ið fólk fer til arbeiðis, og seint seinnapartin, tá ið fólk kemur heim aftur. Nógv av hesum fólkum í Keypmannahavn koyra sjálv, men nógv brúka eisini almenna ferðasambandið: bussar og tok. Í Keypmannahavn eru fleiri enn 100 bussleiðir, sum binda allan býin saman. Í Keypmannahavn eru eisini tokleiðir, S-tok, sum flyta fólk stað úr staði bæði skjótt og væl. Hvønn dag fara eini 200.000 fólk úr forstaðunum inn til Keypmannahavnar til arbeiðis. Flogvøllurin í Keypmannahavn er Kastrup Flogvøllur.
Bøkur
[rætta | rætta wikitekst]- Københavns historie. Keypmannahavn : Gyldendal, 1980-83. - 6 bind
- Hans Edvard Nørregård-Nielsen: Kongens København: en guldaldermosaik. Keypmannahavn: Gyldendal, 1985. - 287 s.
- Pernille Stensgaard: København - folk og kvarterer. Keypmannahavn: Gyldendal, 2002. - 336 s.
- Kirsten Engsig: Turen går til København. Keypmannahavn: Politikens Forlag, 2002. - 144 s. ISBN 87-567-6398-0
- Erik Wassard: Ture i København. Keypmannahavn: Politikens Forlag, 2003. - 300 s. ISBN 87-567-6617-3
- Peter Tudvad: Kierkegaards København. Keypmannahavn: Politiken, 2004. - 513 s. ISBN 87-567-6533-9
- Claus Hagen Petersen: Politikens bog om København. Keypmannahavn: Politiken, 2004. - 266 s. ISBN 87-567-6784-6
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]Ferðavinnusíður
[rætta | rætta wikitekst]- Copenhagen Portal. Hotels in Copenhagen - Hotel booking in Copenhagen - Sightseeing Copenhagen
- Wonderful Copenhagen - københavn, billige hoteller i københavn, ferie københavn, forlystelser i... (danskt og enskt)
- Home - Copenhagen For Partiers travel guide to Denmark Archived 2007-03-02 at the Wayback Machine (enskt)
- Alt om København - AOK Archived 2016-04-26 at the Wayback Machine (danskt og enskt)
- Copenhagen Webcam & Gallery --- Daglige billeder fra København, Danmark --- Copenhagen, Denmark Archived 2005-05-12 at the Wayback Machine
- Useit - Copenhagen on a low budget (enskt)
- Føroyahúsið í Keypmannahavn (føroyskt og danskt)
- Nordatlantens Brygge (danskt og enskt)
Coordinates: 55°40′34″N 12°34′06″E / 55.67611°N 12.56833°E