Puerto Riko
| |||
Tjóðarslagorð: "Juan es su nombre" (enskt: "John is his name") | |||
Tjóðsangur: "La Borinqueña" | |||
Alment mál | Spanskt, Enskt | ||
Høvuðsstaður | San Juan | ||
Forseti | Joe Biden | ||
Guvernørur | Pedro Pierluisi Urrutia | ||
Fullveldi | Einki 1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
8 959 km² 1,6 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
3 752 789 418,8/km² | ||
Gjaldoyra | Amerikanskur dollari | ||
Tíðarøki | UTC -4 | ||
Økisnavn á alnetinum | .pr | ||
Telefonkota | +1
| ||
1Puerto Riko hevur sjálvstýri, men er undir amerikonskum yvirræði. |
Samveldið Puerto Riko (spanskt: Estado Libre Asociado de Puerto Rico, enskt: the Commonwealth of Puerto Rico) er eitt amerikanskt hjáland í Karibia. Á Puerto Riko hevur USA ræðið, og hevur tað gjørt nógv fyri at bøta um teir ymsu vinnuvegirnar; men landið er so tættbygt, at tað føðir ikki fólkið, og nógv fólk flytur til USA. Hendan oyggin er í roynd og veru eitt statur í USA. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er amerikanskur dollari (USD).
Ódnin Maria rakti Puerto Riko 20 sept. 2017 sum ein ódn í kategori 5. Maria er skrásett sum kategori 5 í sokallaða Saffir-Simpson ódnarskalanum, og verður mett sum sjáldsama vandamikil. Hetta er fyrsta ferðin í 85 ár, at ein ódn rakar oynna beinleiðis. Ódnin hevur dripið minst 24 fólk í Puerto Riko.[1]
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Puerto Rico er ein sjálvstýrandi eind, men hoyrir undir USA.
Fólkaatkvøða 6. novembur 2012 [2]: Vilt tú hava loysing frá USA? | ||
---|---|---|
Val | Atkvøður | Prosent |
Nei, lutstatur í USA | 834,191 | 61.11 |
Nei, verandi hjáland-støðu | 454,768 | 33.34 |
Ja | 74,895 | 5.55 |
Ógyldugar ella blankar atkvøður | 515,115 | (27.41) |
Upptaldar atkvøður | 1,878,969 | 100.00 |
Atkvøðurætt og atkvøðuprosent | 2,402,941 | 78.19 |
Politiska støðan
[rætta | rætta wikitekst]Puerto Riko gjørdist amerikanskt hjáland 17. januar í 1917. Puerto Riko segði nei til loysing frá USA 6. november í 2012; 61,16 prosent av teimum, ið greiddu atkvøðu, valdu sjálvstøðugur lutstati í USA fram um fult sjálvstýri.[3][4] Bara 5,49 prosent av teimum, sum tóku lut í fólkaatkvøðuni atkvøddu ja fyri at Puerto Riko skuldi gerast sjálvstøðug tjóð. Fyri loysing atkvøddu 74,895 veljarar. Men alt bendir á, at valluttøkan var lág; 78,19 prosent hava verið á valið, men 27,41 % atkvøddu blankt.[5] 33,34 prosent tóku undir við verandi hjáland-støðu.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Flestu puertorikanar eru av spanskari og afrikanskari ætt. Flestu fólk búgva í býum, og ein triðingur av fólkinum í landinum býr í høvuðsstaðnum (San Juan). Fólkavøksturin ger, at mong mega búgva í húsum, ið verða reist stutt frá stóru býunum. Summi flyta til USA og búseta seg har. Flestu fólk hava góð kor, og útbúgvingarverkið og heilsuverkið eru væl fyri.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Spania legði landið undir seg stutt eftir, at Kolumbus kom hagar, og tað var spanskt hjáland til í 1890-árunum, tá ið USA legði landið undir seg. Hóast spanskt er alment mál í Puerto Riko, er landið tætt knýtt aftur at USA.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Lágur skattur og bílig arbeiðsmegi fingu mangar amerikanskar fyritøkur at flyta higar, og hetta hevur elvt til støðuga búskaparliga framgongd. Týdningarmesti ídnaðurin í Puerto Riko er klædnavirking.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Veðurlagið er heitt tropuveður. Kort yvir Puerto Riko:
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ https://www.nbcnews.com/news/weather/hurricane-maria-makes-landfall-puerto-rico-category-4-storm-n802911
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-04. https://web.archive.org/web/20130804221854/http://64.185.222.182/REYDI_Escrutinio12/index.html#es/default/OPCIONES_NO_TERRITORIALES_ISLA.xml. Heintað 2014-11-29.
- ↑ http://www.cnn.com/2012/11/07/politics/election-puerto-rico/
- ↑ http://www.nytimes.com/2012/11/25/opinion/sunday/will-puerto-rico-be-americas-51st-state.html?pagewanted=all&_r=0
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-08-04. https://web.archive.org/web/20130804221854/http://64.185.222.182/REYDI_Escrutinio12/index.html#es/default/OPCIONES_NO_TERRITORIALES_ISLA.xml. Heintað 2014-11-29.