Jump to content

UEFA Europa League

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá UEFA Cup)
UEFA Europa league

UEFA Europa League (á føroyskum eisini nevnd Evropaligan) er ein fótbóltskapping fyri evropeisk feløg, sum er fyriskipað av tí evropeiska fótbóltssambandinum UEFA. Tað er tann næst týdningarmesta kappingin fyri evropeisk feløg, næst eftir Champions League.

Kappingin var kend sum UEFA Cup áðrenn juni 2009,[1][2], samstundis var kappingarbygnaðurin broyttur frá 2009/2010-sesongini. Europa League og UEFA Cup verða sæð sum sama kapping, har navnabroytingin bert er eitt nýskapandi brand.

Kappingin byrjaði í 1971 og kom í staðin fyri Inter-Cities Fairs Cup, sum varð stovnað hin 18. apríl 1955. Fyrsta liðið, ið vann kappingina var Tottenham Hotspur. Í 1999 var UEFA Cup Winners' Cup afskaffað og lagt saman við UEFA Cup.[3] Frá 2005/6 var innført eitt bólkaspæl, áðrenn liðini skuldu fara víðari til knock-out-støðið. Við navnabroytingini í 2009 varð Intertoto Cup innlimað í kappingina, og tað førdi tað við sær, at fleiri lið skuldu luttaka í kappingini, samstundis sum bólkaspælið var víðkað og kvalifikasjónskrøvini vóru broytt.

Chelsea F.C. eru verandi meistarar frá 2013.

Føroyar í Evropaliguni

[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar hava luttið í Europa League í fleiri ár. Í 2013 luttóku fýra føroysk feløg: EB/Streymur og Víkingur, sum bæði megnaðu at koma víðari eftir 1. rundu, og HB og ÍF, sum ikki komu víðari.

Finaluúrslit

[rætta | rætta wikitekst]

Inter-Cities Fairs Cup

[rætta | rætta wikitekst]
1955-58   London XI - Barcelona 2-8 (2-2, 0-6)
1958-60 Birmingham - Barcelona 1-4 (0-0, 1-4)
1960-61 Birmingham - Roma 2-4 (2-2, 0-2)
1961-62 Valencia - Barcelona 7-3 (6-2, 1-1)
1962-63 Dinamo Zagreb - Valencia 1-4 (1-2, 0-2)
1963-64 Real Zaragoza - Valencia 2-1 (Camp Nou, Barcelona)
1964-65 Juventus - Ferencvaros 0-1 (Stadio Comunale, Torino)
1965-66 Barcelona - Real Zaragoza 4-3 (0-1, 4-2 efs.)
1966-67 Dinamo Zagreb - Leeds 2-0 (2-0, 0-0)
1967-68 Leeds - Ferencvaros 1-0 (1-0, 0-0)
1968-69 Newcastle - Ujpest 6-2 (3-0, 3-2)
1969-70 Anderlecht - Arsenal 3-4 (3-1, 0-3)
1970-71 Juventus - Leeds 3-3 (2-2, 1-1) Leeds vann við flest skoraðum útivallamálum.
1971-72   Wolverhampton - Tottenham 2-3 (1-2, 1-1)
1972-73 Liverpool - Mönchengladbach 3-2 (3-0, 0-2)
1973-74 Tottenham - Feyenoord 2-4 (2-2, 0-2)
1974-75 Mönchengladbach - Twente 5-1 (0-0, 5-1)
1975-76 Liverpool - Club Brügge 4-3 (3-2, 1-1)
1976-77 Juventus - Athletic Bilbao 2-2 (1-0, 1-2), Juventus vann við flest skoraðum málum á útivølli.
1977-78 Bastia - PSV Eindhoven 0-3 (0-0, 0-3)
1978-79 Røde Stjerne - Mönchengladbach 1-2 (1-1, 0-1)
1979-80 Mönchengladbach - Frankfurt 3-3 (3-2, 0-1), Frankfurt vann við flest skoraðum útivallamálum.
1980-81 Ipswich - AZ Alkmaar 5-4 (3-0, 2-4)
1981-82 IFK Göteborg - Hamburger SV 4-0 (1-0, 3-0)
1982-83 Anderlecht - Benfica 2-1 (1-0, 1-1)
1983-84 Anderlecht - Tottenham 2-2 (1-1, 1-1 efs.), Tottenham vann 4-3 við brotssparki.
1984-85 Videoton - Real Madrid 1-3 (0-3, 1-0)
1985-86 Real Madrid - FC Köln 5-3 (5-1, 0-2)
1986-87 IFK Göteborg - Dundee Utd 2-1 (1-0, 1-1)
1987-88 Espanyol - Leverkusen 3-3 (3-0, 0-3 efs.), Leverkusen vann 3-2 við brotssparki.
1988-89 Napoli - Stuttgart 5-4 (2-1, 3-3)
1989-90 Juventus - Fiorentina 3-1 (3-1, 0-0)
1990-91 Inter - Roma 2-1 (2-0, 0-1)
1991-92 Torino - Ajax 2-2 (2-2, 0-0), Ajax vann við flest skoraðum málum á útivølli.
1992-93 Dortmund - Juventus 1-6 (1-3, 0-3)
1993-94 Arsenal - Parma 1-0 (0-0, 1-0)
1994-95 Parma - Juventus 2-1 (1-0, 1-1)
1995-96 Bayern München - Bordeaux 5-1 (2-0, 3-1)
1996-97 Schalke 04 - Inter 1-1 (1-0, 0-1 efs.), Schalke 04 vann 4-1 við brotssparki.
1997-98 Inter - Lazio 3-0 (Parc des Princes, París)
1998-99 Parma - Marseille 3-0 (Lusjniki Stadion, Moskva)
1999-2000 Galatasaray - Arsenal 0-0, Galatasaray vann 4-1 við brotssparki (Parkin, Keypmannahavn)
2000-01 Liverpool - Alavés 5-4 efs. (Westfalenstadion, Dortmund)
2001-02 Feyenoord - Dortmund 3-2 (De Kuip, Rotterdam)
2002-03 Porto - Celtic 3-2 efs. (Olimpico, Sevilla)
2003-04 Valencia - Marseille 2-0 (Ullevi, Göteborg)
2004-05 CSKA Moskva - Sporting 3-1 (Estádio José Alvelade, Lissabon)
2005-06 Middelsbrough - Sevilla FC 0-4 (Philips Stadion, Eindhoven)
2006-07 RCD Espanyol - Sevilla FC 2-2 efs., Sevilla vandn 3-1 við straffesparki (Hampden Park, Glasgow)
2007-08 Zenit Skt. Petersborg - Rangers F.C. 2-0 (City of Manchester Stadium, Manchester)
2008–09 FC Shakhtar Donetsk - Werder Bremen 2-1 efs. (Şükrü Saracoğlu Stadion, Istanbul)

Europa League

[rætta | rætta wikitekst]
2009–10 Atlético Madrid - Fulham 2-1 (HSH Nordbank Arena, Hamborg)
2010–11 FC Porto - S.C. Braga 1-0 (Aviva Stadium, Dublin)
2011–12 Atlético Madrid - Athletic Bilbao 3-0 (National Stadium, Bukarest)
2012–13 Benfica - Chelsea F.C. 1-2 (Amsterdam ArenA, Amsterdam)
2013–14 Sevilla FC - Benfica 0-0 (Juventus Stadium, Torino). Sevilla vann 4-2 við brotssparkkapping
2014–15 Dnipro Dnipropetrovsk - Sevilla FC 2-3 (Stadion Narodowy, Warszawa).
  1. "Uefa Cup gets new name in revamp". bbc.co.uk. http://news.bbc.co.uk/sport1/hi/football/europe/7637600.stm. Heintað 2008-09-26. 
  2. "UEFA Cup to become UEFA Europa League". uefa.com. http://www.uefa.com/uefa/keytopics/kind=64/newsid=754085.html. Heintað 2008-09-26. 
  3. "UEFA Cup History". UEFA.com. http://www.uefa.com/competitions/uefacup/history/index.html. Heintað 2008-04-27. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið