Wales
| |||
Tjóðarslagorð: Cymru am byth (á føroyskum: "Wales fyri ævir") | |||
Tjóðsangur: Hen Wlad Fy Nhadau (á føroyskum: "Gamla land fedra mína") | |||
Alment mál | Enskt Walisiskt | ||
Høvuðsstaður | Cardiff (Caerdydd) | ||
Drotning | Charles III | ||
Fyrsti ráðharri | Carwyn Jones | ||
Fullveldi | Onki 1 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
20.761 km² ? | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
3.074.067 148/km² | ||
Gjaldoyra | Bretskt pund GBP2 | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .uk2 | ||
Telefonkota | +44
| ||
(1) Heimastýri síðani 1999. (2) Felags fyri Sameinda kongsríki Stóra Bretlands og Norðurírlands. |
Wales ella Lítla Bretland (Bretland hitt minna) (walisiskt: Cymru) er ein hálvoyggj í suðurvestur Stóra Bretlandi. Wales er partur av Sameinda Kongsríkinum Stóra Bretland og Norðurírland. Wales er uml. 20.761 km² til støddar og fólkatalið er uml. 3.063.000 (2011). Høvuðsstaður eitur Cardiff.
Navn og uppruni
[rætta | rætta wikitekst]Navnið Wales stavar frá germanska orðinum fyri 'ørðvísi', eins og t.d. Vallonia og Valakia.
Í bygdunum uppi millum fjalla í Wales búgva fólk av keltiskum uppruna. Tey tala sítt forna walisiska mál, sum als ikki líkist enskum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Í 1282 tóku onglendingar Wales. Men Wales hevur varðveitt mong eyðkenni, og nógv fólk har norðuri í landinum tosar enn walisiskt. Mesta fólkið býr í dølunum har suðuri, har nógvur ídnaður er. Sunnasti parturin var einaferð týdningarmikið kolaøki, men flestu námini eru afturlatin. Í staðin arbeiða fólk í bilídnaðinum, í teldu- og tøknifyritøkum ella øðrum hátøkniligum fyritøkum. Norðantil og vestantil er vinnan landbúnaður og ferðavinna.
Purran er tjóðareyðkenni hjá Wales.
Walisar hava alla tíð noyðst at stríðast ímóti álopshugaðum grannum fyri at verja sítt sjálvræði og mentan, Wales hevur ikki havt sjálvstýri síðan 1282, tá landið varð hertikið av enska konginum og lagt undir Ongland.
Siður er, at elsti sonur kong ella drotning Bretlands verður prinsur av Wales. Bretski trónarvingurin ber heitið 'Prince of Wales', men hann hevur ongan politiska leiklut í Wales.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Meginparturin av hálvoynni Wales er fjallalendi. Fyri norðan eru fjøllini brøtt og illgongd, vaksin við grasi og lyngi. Uppi í fjøllunum eru høgir hamrar og skúmandi fossar, niðri í dølunum eru stór vøtn. Hægsti tindurin eitur Snowdon, sum merkir "Snjótindurin". Undan fjøllunum eystureftir og út ímóti havinum vestureftir ganga lýggir, breiðir og fruktagóðir dalar, har hópur av fólki býr. Fyri sunnan er landið lægri og slættari. Jørðin har er fruktagóð og væl velt.
Íbúgvafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Fólkatalið í Wales er vaksið frá 2.903.085 í 2001 til 3.064.000 í 2011.
Mál
[rætta | rætta wikitekst]Walisiskt er eitt keltiskt mál, ið er nær skylt við corniskt og bretonskt.
Llanfairpwllgwyngyllgogerychwyrndrobwllllantysiliogogogoch er kendasta staðarnavnið í Wales.
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Wales, wikivoyage.org