Jump to content

Lys Assia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Lys Assia, fødd Rosa Mina Schärer (3. mars 1924 - 24. mars 2018) var ein sveisisk songkvinna, ið vann tí fyrstu Eurovision Song Contest, ið var hildin í 1956. Hon var fødd í Rupperswil í Aargau, og byrjaða starvsleið sína sum dansari, men skifti til sang í 1940. Hon andaðist tann 24. mars 2018 í Zürich.[1]

Lys Assia
Lys Assia í 1957
Bakgrundskunning
Føðinavn Rosa Mina Schärer
Fødd/ur (1924-03-03)3. mars 1924
Rupperswil, Aargau, Sveis
Andaðist 24. mars 2018(2018-03-24) (aldur 94)
Zollikerberg, Zürich, Sveis
Størv Songkvinna
Ljóðføri Sangur
Ár virkin 1942–2018

Eurovision Song Contest

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1956 vann hon tí fyrstu Eurovison Song Contest. Hon umboðaði Sveis við sanginum "Refrain".

Lys vendi aftur til Eurovision fyri Sveis í 1957 og 1958. Eftir Eurovision fekk hon eitt hitt í Týsklandi við sanginum "O, mein Papa".[2][3]

Í 2005 framførdi hon til 50 ára hátíðarhaldið fyri Eurovision, ið var hildið í Forum í Keypmannahavn.[4]

Í 2011, sendi hon lagið "C'était ma vie" inn í sveisisku Eurovision undankappingina.[5][6] Lagið fekk eitt áttunda pláss í einari harðari kapping. Lys Assia fór tó til Eurovision 2012, ið var hildin í Aserbaijan, sum heiðursgestur.[7]

Í 2012 luttók Lys aftur í sveisisku undankappingini við sanginum "All in your head" saman við hip-hop bólkinum New Jack.[8] Eftir hetta gingu søgur um at hon fór at umboða San Marino ístaðin, men 30. januar 2013 var fráboðað at Valentina Monetta hevði verið fyri valinum.[9][10]

Privatlív

[rætta | rætta wikitekst]

Lys giftist Johann Heinrich Kunz tann 11. januar 1957 í Zürich. Johann doyði bert níggju mánaðir aftaná eftir at hava stríðst við ringa sjúku.[11] Hon giftist Oscar Pedersen í 1963, og vóru tey saman til hann doyði í 1995.[12]

  1. https://eurovision.tv/story/lys-assia-dies-aged-94
  2. https://www.dailytelegraph.com.au/news/eurovisions-one-hit-wonders-singing-their-way-to-fleeting-fame/news-story/825f590b5c91c4ba78c45e3df7aa3dfd
  3. https://www.independent.co.uk/arts-entertainment/music/news/lys-assia-dead-eurovision-first-winner-dies-aged-94-a8272461.html
  4. http://www.bbc.com/news/world-europe-43530154
  5. https://web.archive.org/web/20120101223810/http://www.esctoday.com/news/read/17675
  6. http://www.rts.ch/archives/tv/information/journal/4880509-lys-assia.html
  7. https://www.eurovisionary.com/eurovision-news/eurovision-weekend-held-berlin-3rd-5th-august
  8. https://web.archive.org/web/20121104043432/http://escxtra.com/2012/09/lys-assias-2013-entry-previewed/
  9. https://eurovision.tv/story/it-s-valentina-monetta-again-for-san-marino
  10. https://www.rte.ie/entertainment/2018/0324/949887-eurovisions-first-winner-lys-assia-dies-aged-94/
  11. https://www.eurovision.de/teilnehmer/Lys-Assia-Biografie-der-Schweizer-ESC-Teilnehmerin,lysassia125.html
  12. https://www.imdb.com/name/nm0039838/bio